Enska fótbóltssambandið hevur valt ikki at gera meira við málið, tá Wayne Rooney rakti ein Wigan verjuleikara við alboganum. Venjarin hjá Wigan var í øðini eftir dystin móti Manchester United, tí hann metti, at Wayne Rooney skuldi verið útvístur. Eisini viðmerkjarnir hjá BBC Sports vóru á einum málið um, at Wayne Rooney skuldi verið útvístur fyri støðuna.
Sir Alex Ferguson segði eftir dystin, at tað var eitt óhapp og vónaði at miðlarnir ikki fóru at krossfesta 10?arinum hjá honum.
Í støðuni valdi dómarin, Mark Clattenburg, at døma fríspark til Wigan, men gav ikki Wayne Rooney nakað kort.
Nú hevur enska fótbóltssambandið hugt nærri at støðuni og er komið til tað niðurstøðu, at enski landsliðsleikarin skal ikki revsast. Sostatt verður hann tøkur til dystirnar móti Chelsea og Liverpool komandi vikuna.
Manchester United vann dystin móti Wigan greitt 4-0 við millum annað máli frá Wayne Rooney.