- Hetta eru okkara úrslit. Føroyskir svimjarar, sum venja undir føroyskum venjarum í føroyskum svimjihylum.
Jón Hestoy er bæði glaður og errin. Sum formaður í Svimjisambandi Føroya kundi hann eina ferð enn hyggja at, meðan Pál Joensen, Shaila millum Garðarnar, Pauli Øssurson Mohr, Malan V. Bærendsen og hinir føroysku svimjararnir tóku móti gullheiðursmerkjum á Oyggjaleikum á Álandi. 21 ferðir stóð ein føroyingur ovastur á heiðursmerkjaskamlinum. 21 gullmerki, sum tryggjaðu Føroyar fyrsta samlaða sigurin á Oyggjaleikum nakrantíð.
Svimjararnir seta krøv
Jón Hestoy staðfestir, at tað fyrst og fremst er orsakað av føroysku feløgunum og venjarunum, at svimjingin hevur gjørt so stór framstig seinnu árini.
- Svimjararnir eru sannførdir um, at teir vilja røkka altjóða toppinum. Teir seta krøv og venja miðvíst, soleiðis, at teir kunnu røkka málsetninginum.
Vit hava fleiri ítróttarfeløg í Føroyum. Millum annað í fótbólti, hondbólti, badminton og borðtennis. Hvat hava svimjifeløgini gjørt øðrvísi?
- Av góðum grundum veit eg ikki, hvussu onnur feløg virka. Vit kappast á jøvnum føti fíggjarliga við aðrar ítróttargreinar. Tað eru svimjararnir og venjararnir, sum hava stríðst fyri at røkka altjóða støðinum, og tað hevur eydnaðst okkum, sigur Jón Hestoy, formaður í Svimjisambandinum.
Ikki HM
Føroysku svimjiúrslitini hava verið framúr. Serliga á Oyggjaleikunum fyri tveimum árum síðan og í farnu viku, har føroyingarnir nærmast vundu burtur úr mótstøðuni. Fótbólturin var í líknandi støðu fyri 20 árum síðan, og tá tók Fótbóltsamband Føroya avgerð um, at føroyskur fótbóltur ikki skuldi luttaka á Oyggjaleikum longur. Mótstøðan var ov lítið.
- Eg meti, at fíggjarligt kostar tað ov nógv at taka lut á Oyggjaleikum. Fleiri føroyingar eru eisini av tí sannføring, at Oyggjaleikirnir næstan kunnu samanberast við HM. Tað er langt frá veruleikin. Vit eiga svimjarar, sum skulu luttaka í HM-kappingum í komandi døgunum. Men tað er ikki soleiðis, at vit ikki ætla at luttaka á Oyggjaleikum. Men føroysku svimjararnir hava sanniliga eisini størri og meira áhugaverdar uppgávur, sigur Jón Hestoy.
Eru Oyggjaleikirnir áhugaverdir fyri okkara bestu svimjarar?
- Tað er altíð stuttligt at vinna. Og tað eru óteljandi tímar av venjing, sum er orsøkin til úrslitini. Tað er ikki ein avgreiðsluspurningur í so máta. Tað er ikki bara at leypa í hylin, og so koma heiðursmerkini. Svimjararnir krevja eisini, at tíðirnar verða betraðar hvørjaferð. Tað snýr seg ikki einans um at vinna gull, sigur Jón Hestoy.
Steðga ikki her
Framstigini hava verið stór. Svimjingin er í løtuni einasta føroyska ítróttargreinin, sum av álvara ger um seg í altjóða kappingum. Og sum formaður, fegnast Jón Heystoy um frálíku úrslitini.
- Tað er ótrúliga stuttligt at hyggja at. At fylgja menningini og úrslitunum. Og tað er heldur einki sum bendir á, at vit steðga her. We are on the road, sum teir siga á enskum, sigur Jón Hestoy, formaður í Svimjisambandinum.