Wenche Hartmann til Føroya

Tann 18. og 19. nov. verður danska countrysangarinnan Wenche Hartmann í Føroyum. Hon og manning hennara spæla til dans í Havn og í Vági

Dansur verður í høllini á Hálsi í Havn og í VB høll­ini í Vági við Wenche Hartmann vikuskiftið 18. og 19. november.
Tað er kappróðrarfelagið í Sumba, ið hevur fingið hana til Føroya. Sumbingar eru í gongd við at fáa neyst í Lopra til kappróður. Talan er um at keypa bátar. Neystagrundin er stoypt og tað er kommunan, ið hevur staðið fyri hesum. Men so skal arbeiðið gerast liðugt og tað er hetta, ið tiltøkini við Wenche Hartmann skulu hjálpa við peningaliga.
Neystið er stórt, eini 100 fermetrar, og ætlanin er at hava alla útgerð, so sum rógvitól og annað.
Wenche Hartmann er coun­trysongkvinna, ið veru­liga hevur undanvind í Danmark og 18. og 19. sleppa føroyingar at dansa til countrytónleik, so sum hann eigur at ljóða.