Arsenal skal skora minst fýra ferðir í kvøld móti AC Milan, um liðið skal gera sær nakran vón um at koma víðari í Champions League. Hóast uppgávan tykist nærum ógjørlig, so noktar Arsenal venjarin at leggja kongin.
- Møguleikin fyri at koma víðari hjá okkum er um fimm prosent um vit hyggja eftir øllum søguligum úrslitum, sigur Arsenal venjarin, Arsene Wenger.
Arsenal tapti fyrra dystin móti AC Milan í Italia 4-0. Tað vil siga, at Arsenal skal skora fýra mál bara fyri at javna samlaðu støðuna.
- Eg livi ikki í eini dreyma verð og veit at vit eru í eini torførari støðu, men tað sum vit mugu gera er at trúgva upp á tað, segði Arsene Wenger á tíðindafundi í gjár.
Tað er serliga ein orsøk til, at Arsenal skal trúgva upp á ein samlaðan sigur. Fyri átta árum síðani vann AC Milan 4-1 á spanska Deportivo La Coruna í Champions League, men tapti returdystin heili 4-0.
- Um Milan kann skora fýra mál, hví kunnu vit ikki tað? Vit hava skotið 12 mál í tveimum teimum seinastu heimadystinum. Munurin hesa ferð er eisini, at vit spæla á einum veruligum fótbóltsvølli, segði Arsene Wenger og vísti til vánaliga standin á vøllinum á San Siro seinast.
Umframt dystin á Emirates leikvøllinum, so tekur Benfica eisini móti Zenit í hinari 1/8 finaluni í Champions League í kvøld. Zenit vann fyrra dystin 3-2.
Champions League 1/8:
Arsenal AC Milan (0-4) 19:45
Benfica Zenit (2-3) 19:45