Eftir tvey ár sum høvuðstuðul hjá B36 verður P/F Wenzel nú høvuðsstuðl hjá Víkingi.
Tað er kanska ikki heilt vanligt, at eitt meistaralið ikki leingir avtaluna við høvuðssponsorin, men Jógvan Højgaard, stjóri hjá P/F Wenzel sigur, at tvey ár hjá einum felag er eitt hóskandi áramál.
- Sum høvuðsstuðul ert tú ógvuliga sjónligur. Ikki minst í lokaløkinum, har felagið hoyrir heima. Tí halda vit tað eisini vera týdningarmikið, at vit av og á skifta øki, so vit á tann hátt kunnu hava ein sterkan profil kring alt landið.
- Hartil halda vit tað vera bæði spennandi og stuttligt at vera viðleikari hjá ítróttini. Feløgini kring landið gera eitt veldugt arbeiði – ikki minst fyri ungdómin – og hetta er nakað, sum vit fegin vilja vera við til at stuðla, sigur Jógvan Højgaard.