Werner og Don Quixote

Aftan fyri M/B Thorshavn í Vágsbotni liggur ein hvítur seglbátur. Eigarin Werner á Rógve Hansen hevur lagt nógvar fjórðingar aftur um bak við seglbátinum Don Quixote, og hevur enn eina langa ferð fyri framman

PORTRETT
Rógvi Borðoy
37 fót langi báturin er hvítur, og sær nakað gamal út. Hann er bygdur úr stáli, og stýrhúsið er bert einar 20 cm til hæddar. Framvið síðunum eru dimmar grønar strípur, og sami liturin er á øllum træverkinum uttaná. Á mastrini hanga tvey fløgg, eitt føroyskt og eitt amerikanskt.
Werner á Rógve Hansen hevur júst málað træverkið. Hann stendur og tosar við føraran á øðrum báti, sum leggur at síðuni á Don Quixote, og biður hann ansa eftir málingini.
Hann er ein eldri maður við gráum hári og skeggi, væl klæddur og snotuligur. Høgur og væl bygdur á at líta, og røddin er rólig og djúp. Werner er einsamallur á seglbátinum.

Innanfyri
Don Quixote er væl hildin innan. Hann hevur ein heimligan dám yvir sær. Bøkur, myndir og aðrar privatar ognir sermerkja messuna, sum annars er sett saman úr myrkum mahogni. Ein mynd av Werner og konuni stendur á einari hill. Á myndini situr hann við einum snøggum svørtum búna, og kona hansara stendur aftanfyri.

Maðurin og báturin
Werner er føroyingur, í øllum førum er hann føddur her. Hann nevnir seg eisini sum føroying, men hann sigur seg vera deildan millum Føroyar og USA, har hann hevur búð í 35 ár, meir enn helvtina av hansara nærum 64 ára langa lívi. Hann býr framvegis í USA, men er vendur aftur til Føroya fimm ferðir seinastu tvey árini. Áðrenn tað hevði hann ikki verið her síðani 1982. Tað hoyrist nærum ikki, at hann hevur verið so leingi burtur, men ein farri av amerikanskum tónalagi hoyrist, um ein lurtar væl eftir.
-Eg føli meg sum amerikanara, sigur hann róliga og umhugsið.
-Men eg havi størst tilknýti til Føroyar.
Werner sigur, at hann altíð hevur kent eitt tilknýti til havið. Hann minnist serliga, tá hann var smádrongur í Vestmanna, at har komu sluppir inn at ankra upp. Har minnist hann, at hann droymdi um sleppa út at sigla.

Út á Atlantshavið
Tann 19. juni 2001 løgdu Werner og Don Quixote út á havið. Werner var staddur í Virginia Beach á amerikansku Eysturstrondini, og legði leiðina beint ímóti Nýfundlandi í Kanada, og meiningin var at sigla í beinari linju. Men á korti hansara sæst ætlaða leiðin og veruliga leiðin. Har er stórur munur, hóast hann hevði gjørt sera umfatandi kanningar, og hevði spurt royndar siglarar um, hvussu hann skuldi bera seg at.
Komin framvið Nýfundlandi legði hann leiðina út í Labradorhavið. Túrurin frá Kanada til sunnara enda av Kappanum tók átta dagar.
-Har vóru ísfjøll so stór sum Matterhorn, sigur Werner.
-Tey lógu og vaggaðu sum damparar, og man sá tey ikki fyr enn tey vóru heilt nær, heldur hann fram.
Labradorhavið lýsir hann sum fult av mjørka og sirmi. Har er vánaligt útsýni og ísfjøll allastaðni.

Sigl og flúgv
Werner fór upprunaliga til USA at nema sær útbúgving sum flogskipari. Tá hann varð útbúgvin, søkti hann um starv haryviri og fekk tað. Haryviri hevur hann so stovnað familju, og hevur í dag konu og tríggjar døtur.
Hann hevur verið flogskipari alla tíðina hjá ymsum feløgum, og so hevur hann eisini havt tilknýti til amerikanska herin, har hann enn í dag venur ungar menn í bjargingarroyndum. Tað er nakað hann er errin av.
Í byrjanini búði hann í Kalifornia, men flutti seinni til Minnesota. Í dag býr Werner í New York.
Ein dagin hann kom heim hevði konan keypt eina brandstøð frá 1870-unum. Og so var bert eitt hjá Werner at gera, og tað var at seta í stand. Hann brúkti 6 ár uppá at smíða og byggja støðina, so hon í dag sær út sum upprunaliga. Familjan býr á ovastu hædd í forvitnisliga bygninginum í dag.
-Alt er sum upprunaligt, burtursæð frá litinum, tí tað slapp konan at velja, sigur hann.
Werner hevur átt bát síðani 70-árunum. Tríggjar seglbátar er tað blivið til, og allir hava verið væl brúktir, sigur hann.

11. september 2001
Hann var íNew York tann 11. september 2001, og hann lýsir tað sum eina ræðuliga hending. Sum flogskipari visti hann væl, at flogførini vanliga ikki koma nær framvið World Trade Center.
-Hvat fanin sker her, hugsaði eg. Teir ringdu frá herbasuni og bóðu meg koma beinanvegin. Tað var eitt ræðuligt upplivilsi, sigur hann rystandi við høvdinum.
Aftaná álopið fleyg hann nógv millum New York og aðrar býir við blóði og øðrum til medisinska viðgerð.

30 dagar í frið
Komin út á Labradorhavið misti hann alt samband við umheimin orsakað av tekniskum trupulleikum. Frá Kanada sigldi hann allan vegin til Ísland uttan at tosa ella skriva til nakran. Aftaná 30 dagar fekk hann samband við ein íslendskan trolara, og tað var ein lætti sigur hann.
-At vera einsamallur leingi er ikki gott, sigur Werner.
Hann svav ikki róliga um náttina í Labradorhavinum, sigur hann. Hann sigldi ikki við stórseglinum.
-Eg tímdi ikki at vera noyddur at fara upp at taka alt niður mitt um náttina, um tað skuldi blivið neyðugt, fortelur hann.
Ferðin um náttina var umleið 2-3 míl, men um dagin kundi Don Quixote sigla við 8 míla ferð, um veðrið var til vildar.

Tung boð
Werner fekk eini heldur døpur boð í januar 2001, sum í síðsta enda fingu hann at gera av at fara hendan langa túrin.
-Tú hevur cancer, segði læknin.
Werner lýsir tað sum eina avbjóðing. Hann greiður frá:
-Eg fór ígjøgnum øll tey vanligu sálarligu stigini við sjúkuni. Fyrst hugsaði eg: nei, ikki eg, tað kann ikki passa. Síðani kom øðin. Í dag havi eg eina greiða støðu til tað, sigur hann og hyggur burt.
Werner fekk bjóðað eina skurðviðgerð, men valdi eftir eitt kanningararbeiði ikki at taka av. Hann sigur, at hann ikki vil uppliva hjáárinini av skurðviðgerðini. Heldur ikki, um tað merkir, at hann møguliga doyr nøkur ár ov tíðliga. Hann sigur, at konan samtykkir við ynski hansara.
-Siglitúrurin og sjúkan hava nógv við hvønn annan at gera, sigur hann.
-Eg veit ikki, hvussu langa tíð, eg havi eftir. Tað kunnu vera 3 ár, men tað kann eisini vera, at eg havi 20 ár eftir at liva. So eg mátti fara beinanvegin.
Werner fór stutt aftaná boðini í holt við at gera bátin kláran til ferðina til Føroya, og ein mánað seinni var Don Quixote til reiðar.

Ólavsøkan 2001
Eitt lágtrýst í tíðini um Ólavsøku 2001 noyddi Werner at liggja á Norðurhavinum í trý samdøgur. Hann var heilt nær við land ? einar 100 fjórðingar ? men slapp ikki inn undir land, tí vindurin var harður og beint ímóti. Hann lýsir dagarnar sum sera harðar.
-Eg svav ikki í 30 tímar, sigur hann.

Á ferð aftur
Um nakrar fáar dagar kemur kona Werners hendadvegin, og síðani fara tey bæði at sigla víðari í heiminum. Upprunaliga var ætlanin at brúka fimm ár uppá at sigla gjøgnum Miðalhavið, Indiska Havið og Kyrrahavið til amerikansku Vesturstrondina.
-Tað er vandamikið í heiminum í dag. Báturin er amerikanskur, og fólk kunnu vera fíggindaliga sinnaði móti okkum, so konan vil ikki sigla ta leiðina, sigur Werner frá.
So nú gongur leiðin til Skotland, Írland, Portugal og Kanariuoyggjarnar. Síðani er ætlanin at fara beint tvørturum Atlantshavið til Karibisku oyggjarnar, har Werner væntar at leggja at í vetur einaferð.

Sjúkan avger
Werner greiður frá, at hann ikki veit, um hann kemur til Føroyar aftur. Tað eru læknarnir og sjúkan, sum avgera framtíðina hjá honum. Hann tekur ein dag í senn. Men hann sigur, at hann gjarna heldur fram við at hjálpa teimum ungu í herinum, so leingi tað ber til.

Teir hava verið á einari langari, harðari og drúgvari ferð báðir, Werner á Rógve Hansen og Don Quixote. Og ferðin er ikki liðug enn.