West Ham, sum seinasta summar heldur óvæntað tryggjaði sær franska leikaran, Dimitri Payet, hevur aftur hetta summarið gjørt eitt lovandi keyp.
West Ham boðar nevniliga í dag frá, at felagið hevur skrivað sáttmála við algeriska leikaran, Sofiane Feghouli, sum kemur frá spanska felagnum Valencia, har hann hevur spælt tey seinastu seks kappingarárini.
Talan er um leikara, sum fyri fáum árum síðani var nógv eftirspurdur millum fleiri europeisk toppfeløg.
Av tí at sáttmálin millum Valencia og Sofiane Feghouli gongur út í summar, rindar West Ham einki fyri algeriska leikaran.