West Ham keypir Carroll

Liverpool og West Ham eru samd um ein keypsprís fyri Andy Carroll upp á 15 milliónir pund. Men tað er kortini tað við tí, at Carroll sjálvur hevur seinasta orðið, um hann vil skifta endaligt til West Ham.

Meðan West Ham er gingið við til at gjalda tað, sum Liverpool krevur, er Andy Carroll ivasamur, um tað er rætt at skifta nú, tá eitt HM-ár stendur fyri durum.

Fyrrverandi felagið hjá Andy Carroll, Newcastle, hevur verið áhuga, men nú sigst, at áhugin ikki er so stórur longur.

Skuldi tað hent, at Andy Carroll slær av at skifta endaliga frá Liverpool til West Ham, ætlar Londonfelagið at bjóða upp á 24 ára gamla f'ilabeinsstrandingin, Wilfried Bony, sum í dag spælir í Vitesse Arnheim.

Andy Carroll varð keyptur frá Newcastle til Liverpool á deadline degnum í januar 2011 sum avloysari fyri Fernando Torres, fyri eina upphædd, sum framvegis er met fyri ein bretskan leikara, 35 milliónir pund.