West Ham økir trýstið á Benitez

West Ham hevur í dag vunnið á Chelsea og Rafael Benitez. Chelsea var annars á odda í hálvleikinum, men Sam Allardyce og West Ham vendu alt á høvdið í seinna hálvleiki.

 

Tað vóru annars gestirnir úr Chelsea, sum vóru greitt omaná í fyrra hálvleiki. Chelsea, og serliga Juan Mata, høvdu fult tamarhald á dystinum. Tað var eisini spaniólin, sum legði Chelsea á odda tá eitt korter varð farið.

 

Fernando Torres kom til baklinjuna og legði útfrá til Juan Mata, sum lættliga kundi leggja Chelsea á odda. Chelsea hevði fleiri møguleikar at økja, men serliga Juan Mata brendi ein stóran møguelika.

 

West Ham kom út til seinna hálvleik, sum eitt heilt nýtt lið. Juan Mata fekk einki pláss á miðvøllinum, og brádliga vildu heimamenninir nógv meir. Tað gav úrslit 18 minuttir inn í seinna hálvleik, tá Carlton Cole kundi stúta eitt innlegg í mál. Chelsea vildi hava fríspark í støðuni. Tað kostaði millum annað John Obi Mikel gult kort.

 

Chelsea svaraði aftur, men sjálvt ikki Rafael Benitez tykist kunna bjargað Fernando Torres, sum enn eina ferð brendi ein stóran møguleika. Fýra minuttir fyri tíð kom West Ham á odda, tá innskifti Mohamed Diame smekka bóltin í málið til 2-1.

 

Modibo Maiga staðfesti sigurin í yvirtíðini, tá hann skorar upp á ein retur, áðrenn Feranndo Torres enn eina ferð brendi úr stuttari fjarstøðu.

 

Chelsea viðhaldsfólkini hava víst sína stóru ónøgd við Rafael Benitez, og tað verður neyvan øðrvísi eftir tapið í dag.

 

Premier League:

 

West Ham – Chelsea 3-1