West Ham styrkir um álopspartin

London-felagið við nýggja leikvøllinum hevur keypt profil hjá Swansea

Ein nýggj og spennandi tíð er fyri framman hjá felagnum úr eystara partinum av London, West Ham. Eftir 112 ár á Boleyn Ground eru bobblublásandi felagið flutt inn á olympiska leikvøllin í London, har pláss er fyri 60.000. áskoðarum.

 

West Ham hevði eitt gott kappingarár í fjør, har tað eydnaðist at enda nummar sjey og hervið spæla seg í undankappingina til Europa League. Í smærru kappingini fyri evropeisk fótbóltslið skal The Hammers ,,bert" vinna ímóti rumenska Astra Giurgiu í triða undanumfari, áðrenn pláss í bólkaspælinum er tryggjað.

 

Tað hevur eisini ligið væl fyri hjá felagnum at styrkt um leikarahópin. Í gjár kunngjørdi West Ham, at ganesiski André Ayew skiftir frá Swansea til West Ham. Keypsprísurin sigst at liggja um eini 180 milliónir, upplýsir West Ham.

 

Ayew umboðaði bert Swansea í eitt ár. Hann kom til Swansea frá franska Marseille í fjør, og tað hilnaðist honum beinanvegin væl í walisiska Premier League-felagnum. Ayew spælir á álopssinnaðu plássunum á miðvøllinum, og har frá eydnaðist tað honum at skora 12 mál í Premier League í farna kappingarári.

 

André Ayew er 26 ár gamal, og er hann sætti styrkurin hjá West Ham hetta summarið. Frammanundan hevur West Ham keypt Sofiane Feghouli, Ashley Fletcher, Manuel Lanzini, Arthur Masuaku og Håvard Nordtveit.