WestClear ger tær bilin sum nýggjan

Umframt dagliga virksemið hjá WestClear í Vestmanna, hevur fyritøkan eisini nethandil, sum er ein týðandi partur av virkseminum. Her hevur fyritøkan bara útvaldar dygdarvørur frá heimskendum veitarum

 

Við keramisku viðgerðini verður bilurin væl vardur og forseglaður móti sól, vindi, veðri og salti, og hann verður sera lættur at halda reinur og blankur.

WestClear í Vestmanna ein spennandi og forvitnislig fyritøka, sum í fyrsta lagi veitir tænastur við keramiskari lakkverju til allar persónbilar, bæði spildurnýggjar og eldri bilar. 

Tað ljóðar kanska løgið at veita eina slíka tænastu til nýggjar bilar, men nógvir nýggir bilar kunnu eisini hava smáar skøvur, sum fólk, ið keypa bilarnar, ikki duga at síggja. 

Eins væl og ein nýggjur bilur verður rustviðgjørdur í botninum, áðrenn hann fer út á vegirnar at koyra, er tað eisini skilagott at viðgera ein spildurnýggjan bil við keramiskari lakkverju.

- Bilurin hevur staðið á einari goymslu, og hann er fraktaður. Men, hevur bilurin fingið eina keramiska lakkverju, er hann 100 prosent, og verjan forseglar lakkið.

Tað sigur Tóri Thorleifsson, sum rekur fyritøkuna í Vestmanna. 

 

 

 

Góð undanviðgerð

Allir bilar, sum fáa keramiska lakkverju, skulu í fyrsta lagi hava røttu undanviðgerðina við vasking og polering, og tí er tað so nógv lættari at viðgera ein nýggjan bil enn gamlan. Men, tænastan hjá WestClear er ætlað øll persónbilum, og ein eldri bilur verður eisini sum nýggjur eftir viðgerðina. 

Við keramisku viðgerðini verður bilurin væl vardur og forseglaður móti sól, vindi, veðri og salti, og hann verður sera lættur at halda reinur og blankur tey næstu árini. Eftir viðgerðina verður bilurin nógv lættari at vaska, tí lakkið tekur tá ikki á sama hátt móti skitti. 

- Tá bilurin er viðgjørdur, verður hann vaskaður júst, sum frammanundan, og viðgerðin tolir væl, at tú brúkar bæði sápu og avfeittara, sigur Tóri Thorleifsson.  

Keramiska lakkverjan er syntetisk, og tað er hetta, sum ger, at hon er keramisk og heldur sera væl. Ein bilur, sum hevur fingið hesa viðgerð, heldur sær líka vakur og blankur í fleiri ár. 

Tóri Thorleifsson vísir á, at tað er eitt gott hugskot at viðgera bilin við lakkverjuni, meðan hann er nýggjur.

- Men, flestu bilar, vit viðgera við keramiskari lakkverju, eru bilar, har lakkið hevur mist glansin. Hetta er ein super-viðgerð til nýggjar bilar, og hetta er ein super-viðgerð til eldri bilar, sigur hann.

Undir viðgerðini er eisini vanligt, at WestClear hampar onkur smærri steinsløg, sum kunnu vera komin í lakkið.

 

 

 

Dygdarvørur í nethandli

Umframt dagliga virksemið hjá WestClear, sum heldur til á adressuni, Hornavegur 22 í Vestmanna, hevur fyritøkan eisini nethandil, sum er ein týðandi partur av virkseminum.

Nethandilin er á adressuni - www.westclear.fo - har eisini serstaka lakkverjan og aðrar góðar vørur til eitt nú bilvask verða seldar.

- Her hava vit bara útvaldar dygdarvørur frá heimskendum veitarum. Her eru eitt nú sápur, mikrofipur klútar, turkiklútar, vaskihandskar, og her eru ymiskar aðrar vørur, sum vit sjálvi brúka í okkara arbeiði við bilum. 

Tóri Thorleifsson vísir á, at nethandilin vendir sær mest til privatfólk, men eisini til vinnukundar, og øll kunnu keypa um heimasíðuna hjá fyritøkuni.

Tað eru ikki minst fólk, sum ganga høgt upp í sínar bilar og brúka tíð upp á sínar bilar, sum keypa um heimasíðuna hjá WestClear.

Tað er vorðið meira vanligt, at vørur verða lýstar á youtube - hvørjar vørurar eru, og hvussu tær skulu brúkast, og saman við vørunum á heimasíðuni hjá WestClear liggja í fleiri førum filmsbrot um vørurnar, sum fyritøkan selur.

- Filmsbrotini eru brúkaravegleiðingin til vørurnar, vit selja. Fólk kunnu klikkja á vørurnar og soleiðis eisini síggja filmsbrotini, sigur Tóri Thorleifsson.

Tey, sum kundu hugsað sær at vita meira um tænasturnar hjá WestClear, kunnu eisini seta seg í samband við fyritøkuna á tlf. 260020.

 

Við keramisku viðgerðini verður bilurin væl vardur og forseglaður móti sól, vindi, veðri og salti, og hann verður sera lættur at halda reinur og blankur.