Danski blaðteknarin Kurt Westergaard sat í dag andlit til andlits við somaliumannin, sum breyt inn til hansara við einari øks nýggjársdag í fjør. Tann 29 ára gamli álopsmaðurin er í hesum døgum í rættinum, har hann millum annað er ákærdur fyri at hava havt ætlanir um at beina fyri blaðteknaranum.
Somaliumaðurin hevur sagt í rættinum, at hann ætlaði sær ikki at beina fyri Kurt Westergaard, men at ræða hann. Ákæruvaldið hevur eina aðra uppfatan av málinum, og tað hevur Kurt Westergaard eisini. Men teknarin vil ikki hava hevnd.
-Eg vil ikki hava hevnd. Maðurin hevur framvegis ein møguleika fyri at liva eitt vanligt lív við einari vanligari uppfatan av, hvat átrúnaður er, sigur Kurt Westergaard við Ritzau.
Rættarmálið í Aarhus heldur fram í morgin.