Høvuðsavnið á Summarfestivalinum skuffaði ikki.
Stóra fjøldin á Vágsbø var hin størsta, sigst, ið hevur verið savnað á Summar Festivalinum. Og konsertin var í sjálvum sær eisini stór.
Hittini vóru har og røddirnar. Og umframt hetta vóru góðir tónleikarar við. Westlife var live og í góðum formi, og stóra fjøldin fagnaði eisini framførsluni, ið eisini var til toppkarakter.
Havi ongantíð verið Westlife fjappari. Tíðin, tá dreingja- og gentubólkar høvdu sína stórtíð, var serlig. Poppurin var søtur, og ikki minst vóru søgurnar mangar um hesar skræddaraseymaðu bólkar, ið helst vóru settir saman av framleiðarum, ið sjálvir syrgdu fyri tónleikaligu síðuni, og so kundi hesi útvaldi fara á pall og smílast og annars lata sum um tey sungu.
Men við poppbrakinum á Vágsbø leygarkvøldið prógvaði Westlife, at hesar søgur ikki halda. Í øllum førum ikki, tá tað snýr seg um Westlife. Hetta var eitt poppbrak, ið vildi nakað. Ljóðið var eitt hitt besta og lurtaravinarligasta, ið hevur verið á Summar Festivalinum.
Og harrarnir á pallinum høvdu óivað útsjóndina við sær, men teir høvdu so nógv meira. Teir sungu sum einglar, og teir skemtaðu og dugdu at føra seg á palli. Sera góðar tónleikarar høvdu teir við sær og gjørdi hetta løtuna til eina sera góða festivaluppliving.
Eg skal viðganga,at tá eg fyrstuferð hoyrdi, at Westlife skuldi standa ovast á breddanum hjá Summar Festivalinum í ár, var eg heldur ivasamur. Var hetta ein bílig loysn, ein gamal g útbrendur bólkur, so sum vit so ofta hava sæð og hoyrt í Føroyum?.
Men, nei. Neyvan bíligt og als ikki útbrent. Her var ein bólkur, sum er á ferð í løtuni við fullari ferð, og sum setti tíð av til eina Føroyaferð. Ein bólkur, sum kanska lýsir bjartari nú tónleikaliga, enn áður, hóast stórtíð teirra við rópandi fjepparum kanska er dempað eitt sindur.
Konsertin við Westlife gjørdist eitt poppbrak, sum neyvan áður er sæð í Føroyum. Ein bólkur í toppformi, ið var eitt virðiligt navn at hava ovast á breddanum. Gott ljóð, góður tónleikur og væl valt av fyriskiparunum. Hetta hjálpti væl til at gera, at fleiri siga seg hava havt besta Summar Festival nakrantíð, nú bylgjurnar eru um at leggja seg eftir 7. Summar Festival í røðini.
Life is life, men hetta var Westlife, og tað er nakað heilt annað og nakað fyri seg. Tað lærdu vit á Vágsbø í august 2010.