?Vit gleða okkum mega nógva til Westlife?
Tað siga teir fýra 16 ára gomlu dreingirnir úr Søldafirði: Ólavur Christiansen, Bogi Mikkelsen, Arni Gregersen og Jafet Rasmussen.
?Tað er øgiliga gott at vera á summarfestival,? sigur Ólavur avgjørdur.
?Ja, her er nógv, sum gevur einum hug at koma. Fyrst og fremst eru tað tær stóru stjørnurnar, ið tiltrekkja okkum. Men bara stemningurin her á festivalinum hevur nógv at siga,? sigur Bogi.
?Hóast vit eru dreingir eru vit ikki flóvir av at siga, at vit gleða okkum mest til Westlife. Teir eru bæði kendir, stórir og hava ótrúliga góðar sangir,? sigur Jafet, meðan hinir tríggir smáflenna í bakgrundini.
?Her eru eisini nógvar lekrar gentir. Tað ger ikki festivalin ikki verri,? sigur Arni flennandi, meðan hinir nikka samtykkjandi.