OLJURÁÐSTEVNA
Leo Poulsen
Í Stavanger í Noregi leingjast teir eftir sluppini Westward Ho, sum skal verða við á oljuráðstevnuni í býnum.
Tað er vánaliga veðrið seinastu dagarnar, sum hevur ført til seinking, ikki minst tí valt varð at leggja inn í Hetlandi at kroka.
Nógvir føroyingar eru í hesum døgum í Stavanger á oljuráðstevnu, millum onnur borgarstjórin, Heðin Mortensen, sum vit høvdu í telefonini í morgun í øðrum sambandi.
- Westward Ho skal verða við í onkrum tiltaki hjá okkum, og tí bíða vit eftir henni. Men seinast eg visti roknaðu teir við at verða her í Stavanger einaferð seinnapartin, sigur Heðin Mortensen..
Veðrið er betri nú, men at nógvur vindur hevur verið, máttu teir sanna í Nólsoy, tá stóra mattjaldið hjá Stuðulsnevndini, sum stóð á keiini, fór í luftina mánanáttina og endaði á takinum á einum húsum ovari í bygdini.
Westward Ho er seinkað á ferðini eystur til Stavanger á oljuráðstevnu