"Where is The Sun" - vónríkir tónar úr Fuglafirði

Í vikuni kom eitt nýtt tónleikalag, sum nevnist "Where is The Sun" í umfar. Tað er 30 ára gamli Rógvi á Lakjuni, sum gevur lagið út, sum í fyrstu atløgu kann tilognast á Itunes.

 

- Eg havi altíð havt eina veika sál, sigur Rógvi á Lakjuni. Fyri unga fuglfirðingin endaði eitt lívslangt stríð við happing og lágum sjálvsáliti við svárum tunglyndi. Men tað er vón fyri framman. Vónin hjá Rógva er at hoyra í lagnum, “Where Is The Sun”.

 

Rógvi varð føddur við breki. “Eg hevði eitt rímuliga stórt brek við beinunum og mínum fínmotorikki,” greiður hann frá. Hóast hann orsaka av hollari venjing nú klárar seg væl, minnist hann aftur á tungar løtur í barndómsárunum. “Eg varð frá barnsbeini av ógvuliga nógv ávirkaður av at fólk argaðu, happaðu og gjørdu gjøldur úr mær.” Og hendan happingin setti síni spor.

 

Í 2008 fór fyritøkan, har Rógvi hevði sítt lærupláss á heysin. “Man kann gott siga, at eg fór á sama hátt á heysin sálarliga,” sigur hann um hesa tíðina, sum hann lýsir sum djúpt vónleysa. Onkuntíð gekk tað betri, onkuntíð verri. “Men har var altíð ein nívandi kensla í bróstinum,” viðgongur hann. Í 2009 fekk Rógvi staðfest tunglyndi. Hann fekk heiluvág, men tað gekk striltið at finna tann rætta. Eftir tí triðju royndina at gera av við seg sjálvan í november 2010 og eftir at hava viðgingið tað fyri konu síni, sendi hon hann á psykiatrisku deildina á sjúkrahúsinum í Reykjavík, har tey búðu um tað mundi. “Har fekk eg ótrúliga góða hjálp frá læknum og sálarfrøðingum.”

 

Men ikki øll hjálpin kom frá læknunum. Inni í einari stovu á sjúkrahúsinum fann Rógvi eitt gamalt, slitið klaver. “Eg dugdi ikki serliga væl at spæla, men eg fekk brongla meg til nøkur løg,” greiðir hann frá. Og hetta var júst tað, hann hevði brúk fyri. “Ígjøgnum tónleikin fekk eg eina nýggja vón og eg lærdi at arbeiða við tunglyndinum.” Við nýggja tónleikinum í skjáttuni, legði Rógvi á Lakjuni sítt lív um. “Eg gjørdi av, at frá tá av skuldi lívið bara ganga ein veg - uppeftir!” Hann byrjaði at íðka ítrótt og at eta sunt og gevur konuni, Sólrún Ástu, og dóttrini, Sáru Björt, stóran part av æruni fyri at tað byrjaði at ganga uppeftir aftur.

 

“Í dag havi eg tað nógv betri og eg havi eitt nógv stabilari lív,” tekur Rógvi á Lakjuni samanum. Við nýggja lagnum, “Where Is The Sun”, vil hann veita teimum, sum eru tunglynd júst sum hann var, eina vón. “Har er vón og lív at finna onkustaðni, sjálvt um alt kann tykjast dapurt og tunglynt!”

 

“Where Is The Sun” er framleitt av Ólavi á Váli Olsen. Tey, ið framføra, eru:

 

Rógvi á Lakjuni: Sang

 

Ólavur á Váli Olsen: Klaver, guitar, synth og kór

 

Mikkel Riber: Bass (spælur við m.a. Rasmus Seebach, Linje 3 o.ø.)

 

Jesper Thomsen: Trummur (kendur sum X-Factor trummusláari)

 

Anna á Váli Smith: Cello

 

“Where Is The Sun” kann hoyrast á Spotify, umframt at lagið fer í umfar á føroysku útvarpsrásunum.

 

Eitt sonevnt "Preview" av lagnum "Where Is The Sun" kann hoyrast her: soundcloud.com/rogvial/where-is-the-sun-by-rogvi