WHF-netið útbyggjast

Avtala er gjørd um útbygging av VHF netinum og um uppsetan av føroyskari AIS-skipan. Eisini verður nýggj útkalliskipan keypt til sløkkiliðið

WHF

 

Tilbúgvingarstovnur Føroya hevur gjørt avtalu við fyritøku úr Eysturríki um útbygging av VHF-netinum, so betri útbreiðsla fæst millum oyggjarnar. Eisini er avtala gjørd um uppsetan av einari AIS-skipan at fylgja við skipaferðsluni. Harumframt er avtala gjørd um keyp av eini útkalliskipan, sum alarmsentralurin skal brúka í sambandi við útkalling av sløkkiliðum.

Í nógv ár hevur verið fýlst á, at VHF útbreiðslan millum oyggjarnar ikki er nøktandi.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, fegnast um, at komið er væl ávegis at bøta um viðurskiftini.

- Tá alt arbeiðið vónandi er liðugt á sumri komandi ár, eru íløgur gjørdar fyri 21,1 miljónir krónur yvir tvey ár fyri at nútímansgera radioútgerðina á Tórshavn Radio og at betra um trygdina á sjónum, sigur hann.

Tilbúgvingarstovnur Føroya veit at siga, at fýra nýggjar VHF-støðir verða settar upp aftrat teimum fýra verandi støðunum, sum júst eru skiftar.

- Umfatandi útrokningar hava víst, at best møgulig útbreiðsla við átta VHF-støðum fæst við at hava støðir á Eiðiskolli, Slættafjalli omanfyri Mikladal, Hálsinum við Klaksvík, Støðlafjalli í Eysturoy, Klubbanum í Fugloy, Hestinum í Suðuroy, Knúki í Mykinesi og á Sornfelli.

Nýggj stýrisskipan er uppsett á Tórshavn Radio, sum er fyritreyt fyri allari útbyggingini.

Tilbúgvingarstovnurin sigur, at avtala er gjørd um uppsetan av eini AIS-skipan við 8 basisstøðum á somu plássum.

- AIS, ið stendur fyri Automatic Identification System, er ein skipan, sum veitir støðugar upplýsingar um skipaferðsluna í VHF-økinum. Skipanin kann eisini nýtast til at senda ávaringar og onnur boð til skip umframt at hava eftirlit við eitt nú boyum, vitum, aliringum og øðrum.

Eisini er avtala gjørd um keyp av alarmservara til útkalling av sløkkiliðum, sum alarmsentralurin hjá løgregluni umsitur.

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um útbyggingarnar, kunnu venda sær til leiðaran á MRCC Tórshavn, tlf. 351302.

Fleiri upplýsingar um útbreiðsluna eru eisini at finna á www.mrcc.fo.