Heimsheilsustovnurin WHO sigur, at meira enn helvtin av fólkinum í Europa fer næstu seks-átta vikurnar at fáa omikron frábrigdið av covid-19.
Hetta skrivar Ritzau.
Fyrstu vikuna av 2022 vóru yvir sjey milliónir nýggir tilburðir av covid-19 staðfestir í Europa, og tað er tvífalt so nógvir tilbuðir, sum vóru staðfestir tvær vikur frammanundan.
Við hesari smittuspjaðing metir Institute for Healt Metics and Evaluation, at meira enn helvtin av fólkinum í Europa fær omikron innanfyri næstu átta vikurnar.
Hans Kluge, sum er WHO-leiðari fyri Europa, sigur, at lond kunnu bøta um støðuna við at koppseta fólk – bæði tey, ið ikki eru koppsett, og tey, sum kunnu fáa stimbrandi triðja prik.
Kluge heldur, at stór óvissa framvegis er um omikron frábrigdið, men tað kann í øllum førum staðfestast, at tað smittar illa og spreiðir seg skjótt.