Heimsheilsufelagsskapurin WHO hevur fýra ymsar møguligar vaccinur ímóti coronavirus í kikaranum – ella kanska longu undir sjóneykuni.
Ein ella tvær av teium mest lovandi fýra møguligum vaccinum fara at vera royndar á menniskjum.
Tað fer at henda innan teir næstu tríggjar til fýra mánaðirnar, sigur høvuðsgranskarin Soumya Swaminathan úr WHO.
Men rokna verður við at tað fer at taka hálvtannað ár, til vaccinan verður tøk hjá øllum, sigur hon á tíðindafundi í dag.
Samstundis fara fleiri av teimum verandi heilivágum at verða royndir fyri at vita, um teir kunnu brúkast til at viðgera sjúkuna, sum hevur fingið navnið Covid-19.
Talið av nýggjum tilburðum hevur javnað seg, upplýsir WHO. Men felagsskapurin ávarar samstundis um, at tað er ov tíðliga at meta um, hvørt smittan longu hevur verið í hæddini, og nær hon fer at enda.
– Tað er alt ov tíðliga at fara at spáa byrjanina, miðuna og endan av hesi farsótt, sigur Michael Ryan. Hann er stjóri fyri krepputiltøkini hjá WHO.
Eisini ovast stjórin hjá WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus, ávarar ímóti at yvirfortolka seianstu tølini, sum vísa eina javning av talinum av nýggjum smittaðum.
– Hetta útbrot kann enn fara hvønn veg tað skal vera, sigur hann.
Leiðarin fyri krepputiltøkini rósar myndugleikunum í Kina fyri teirra átøk.
– Tað gevur okkum møguleikan fyri at byrgja smittuna inni, sigur Michael Ryan.
Talið av deyðum í kinesiska fastlandinum er seinasta samdøgrið hækkað við 97 fólkum. Almennu deyðstølini eru harvið upp á 1.113 fólkum.
/ritzau/dpa