Hóast fleiri lond fyribils eru givin at koppseta við koppingarevni frá AstraZeneca, tí nøkur fólk, sum hava fingið júst hetta koppingarevnið, hava fingið blóðtøppar, mælir Heimsheilsustovnurin kortini til, at londini halda fram við at koppseta við AstraZeneca.
- Fólk mugu ikki fara í panikk. Vit mæla framvegis til, at fólk verða koppsett við AstraZeneca, sigur granskingareiðarin hjá Heimsheilsustovninum (WHO), Soumya Swaminathan.
Hon leggur dent á, at eingi prógv eru fyri, at deyðsføll higartil hava staðist av nøkrum av koppingarevnunum, sum higartil eru í brúki.
Umframt, at nøkur fólk hava fingið blóðtøppar, er ein 60 ára gomul kvinna í Danmark deyð eftir koppseting. Sama er hent í Noregi, har eitt heilsustarvsfólk í Noregi, sum var yngri enn 50 ár, eisini hevur latið lív.
Av fleiri londum, sum hava víst á, at koppsett fólk við koppingarevni frá AstraZeneca hava fingið blóðtøppar og tískil fyribils er givin at koppseta við hesum evni, eru eitt nú - um okkara leiðir - Danmark, Noregi, Eysturríki og Italia.