Widerøe-flogfar noyddist at venda aftur

Eftir fráferð úr Bergen var flogfarið á flogi í umleið ein tíma, áðrenn tað trygt lendi aftur í Bergen. 

Myndin av Widerøe-flogfarinum er tilvildarlig.

Myndin av Widerøe-flogfarinum er tilvildarlig.

 

 

Tíðindastovan NTB, sum endurgevur Bergensavisen, veit í morgun at siga, at eitt flogfar hjá flogfelagnum, Widerøe í Noregi, noyddist at venda aftur, tá flogfarið í morgun fekk tekniskar trupulleikar.

 

Flogfarið, sum var á veg úr Bergen til Tromsø, fleyg í klingur vestan fyri norsku oynna, Sotra. Eftir fráferð úr Bergen, var flogfarið á flogi í umleið ein tíma, áðrenn tað trygt lendi aftur í Bergen. 

 

Í morgun hevur verið roynt at finna út av, hvussu tey ferðandi, sum vóru í flogfarinum, kunnu fáast upp á pláss. 

 

In.fo kann leggja aftrat, at hin 3. september í ár byrjar júst norska flogfelagið - Widerøe - at flúgva tvær ferðir um vikuna til Føroya, mánadag og fríggjadag.

 

Í tíðindaskrivi hevur Vága Floghavn boðað frá, at málið hjá norska flogfelagnum við tíðini er at veksa um títtleikan av flogferðum millum Noreg og Føroyar.

 

- Royndir okkara vísa, at nýggj flogfeløg koma við nýggjum kundagrundarlagi, tí tey í størstan mun byggja sína ferðslu á egin viðskiftafólk, segði stjórin í Vága Floghavn, Regin I. Jakobsen, við føroyskar miðlar herfyri. 

 

Stjórin legði aftrat, at Widerøe hevur rættiliga gott samband til so at siga alt Noregi úr Bergen. 

 

##med2##

 

Myndin av Widerøe-flogfarinum er tilvildarlig.

Flogfarið fleyg í klingur vestan fyri norsku oynna, Sotra, áðrenn tað lendi aftur í Bergen.