Wigan í klønum tráð

Tað sá leingi gott út hjá Wigan í heimadystinum móti Swansea.

 

Í yvirtíðini í fyrra hálvleiki legði Espinoza heimaliðið á odda, men longu stutt inn í seinna hálvleik javnaði Swansea.

 

Tað eydnaðist kortini heimaliðnum at koma á odda stutt eftir, men enn einaferð javnaði Swansea. Og tá so útiliðið miðskeiðis í hávleikinum kom á odda 3-2, megnaði Wigan ikki at svara aftur.

 

Harvið liggur Wigan framvegis á 35 stigum, trý aftan fyri Newcastle, Norwich og Sunderland.

 

Eisini Manchester City spældi ein útsettan dyst í kvøld móti WBA, sum heimaliðið vann 1-0, og harvið tyggjaði sær annað plássið í deildini.

 

Wigan-Swansea 2-3 (1-0)

45. 1-0 Roger Espinoza

50. 1-1 Angel Rangel

53. 2-1 James McCarthy

59. 2-2 Itay Shechter

76. Dwight Tiendalli

 

Manchester City-WBA 1-0 (1-0)

35. 1-0 Edin Dzeko