Venjarin hjá danska manslandsliðnum í hondbólti hevur rættiliga verið í andgletti seinastu dagarnar.
Danmark tapti ein søguligan ósigur í finaluni um HM-heitið sunnudagin, og eftir dystin møtti Ulrik Wilbek ikki til tíðindafundin, sum hann skuldi hava saman við spanska landsliðsvenjaranum.
Orsøkin skuldi verða, at Ulrik Wilbek hevði ilt í búkinum, og at tað hevði hann havt í nakrar dagar. Tí var hann farin heim á gistingarhúsið, tá ið tað bleiv ov leingi at bíða eftir tíðindafundinum, og hann samstundis gjørdist illa fyri.
Tá ið danska ferðalagið kom heim til Keypmannahavnar mánadagin, var Ulrik Wilbek í øðini inn á ein journalist hjá Ekstrablaðnum, og í einum beinleiðis videoinnslagi av flogvøllinum í Kastrup skeldaði hann journalistin út.
Síðani hevur einki verið at hoyrt frá Wilbek, men í dag hevur danska hondbóltssambandið boðað frá, at Wilbek hevur fingið eitt magasár, og at hann er farin í viðgerð fyri tað. So tað var kanska ikki so løgið, at danski landsliðsvenjarin ikki orkaði á tíðindafund, og at hann var í so ringum lagi, tá ið hann kom aftur til Danmarkar mánadagin.