Wilbek vil hava Jóhan á Plógv Hansen

Danski hondbóltsvenjarin og hondbóltsfyrimyndin hjá so mongum, Ulrik Wilbek, vil hava føroyska hondbóltsleikaran, Jóhan á Plógv Hansen, á danska U-20 landsliðið.

 

Hann hevur skrivað honum persónligt bræv, sum hann eisini hevur sent Hondbóltssambandi Føroya, har hann millum annað sigur, at »Johan er i øjeblikket ubetinget den bedste højre fløj i Danmar på årgang 94-95«