Wild West við Hvítanes

Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkinum, blandar seg nú eisini upp í málið um byrjaða tunnilsarbeiðið við Hvítanes.

- Tað, sum hendir í løtuni, minnir ikki sørt um Wild West-tilstandir, har fólk úr einum øðrum parti av landinum royna at leggja undir seg óbygt land, ella sum her, taka sær óbygt land í Tórshavnarøkinum. Tað er nakað heilt galið í hesum málinum, sigur Annfinn Brekkstein.

 

Hann váttar tað, sum býráðsformaðurin, Heðin Mortensen, eisini hevur sagt, at Tórshavnar kommuna hvørki hevur fingið innlit ella kunning um málið. Hann vil vera við, at Tórshavnar kommuna heldur ikki fekk serlógina til hoyringar, tá heimildin upprunliga varð givin tunnilsfelagnum.

- Tað má verða óhoyrt, at eitt alment partafelag soleiðis kann hóreiggja sær og ignorera vanligar siðvenjur og rættarpraksis - og at landsmyndugleikin spælir við, sigur hann.

 

Annfinn Brekkstein ákærir eisini tunnilsfelagið fyri at skjóta fyrst og spyrja aftaná.

- Eisini er alt, sum bendir á, at tunnilsfelagið ikki hevur fingið samlaðu fíggingina av tunlunum uppá pláss - skjóta fyrst og spyrja aftaná. Við hesari metoduni verður roynt at leggja eitt stórt trýst á politiska myndugleikan, um nú alt ikki gongur sum ætlað við verkætlanini. Signalini eru greið: verkætlanin er byrjað og nú vendist ikki aftur, hetta uttan mun til hvønn prís, ið gjaldast skal, sigur hann og tekur undir við borgarstjóranum og varaborgarstjóranum, Jógvani Arge, at serlógin eigur at verða broytt beinan vegin.