William Heinesen leggur navn til komandi oljukeldu

Tá farið verður at leita eftir olju og gassi er siðvenja, at oljufeløg seta nøvn á síni prospektir tvs. støð í undirgrundini, har møguleikar eru at finna olju og somuleiðis veruligar olju/gass keldur.

Noreg byrjaði við at nýta norrønu gudalæruna við nøvnum sum Gullfax, Snøvit, Ormen Lange, Troll osfr. Bretar hava nýtt fjallanøvn sum Schiehallion og Foinaven, fuglanøvn sum Cormorant og Bitten og hava so eisini brúkt teirra vælkenda høvund Walter Scott í oljunavnahøpi.

Í Føroyum hava oljufeløgini higartil nýtt nøvn sum Marjun, Svínoy og Brugdan, tvs. persónsnøvn, oyggjanøvn og fiskanøvn.

Í sambandi við at avtala týsdagin varð gjørd millum tey trý oljufeløgini BP, Shell og Anadarko og føroyskar myndugleikar um at bora ein brunn inn á landgrunninum í 2007, hava somu feløg eisini samtykt, at ein møgulig olju- ella gasskelda, sum verður funnin undir basaltinum, skal kallast upp eftir mæta føroyska mentamanninum William Heinesen, sála. Eisini verður her hugsað um mæta jarðfrøðingin William Smith.

Sum skilst er hetta er eisini eitt signal um, at vinnan og mentanin kunnu hava stórt virði av at samstarva.