Jack Wilshire er við í hópinum hjá Arsenal til dystin i kvøld móti Galatasaray, men Aaron Ramsey og Mikel Arteta eru skaddir.
Eisini miðvallarleikarin, Abou Diaby verður helstuttan fyri við trupulleikum í mjødnini.
Wilshire (økulin), Ramsey (fipur) og Arteta (tjúkki) vórðu allir skaddir í 1-1 dystinum móti Tottenham sunnudagin.
- Ivi var um Jack Wilshire, men hann er komin væl fyri seg. Um hann byrjar inni ella ikki má eg varða meg fyri, men hann er við í hópinum, sigur Arsene Wenger.
Ramsey og Arteta leggjast aftrat einum longum skaðalista hjá Arsenal, og kunnu verða úti í ein mánað.
Vengirnir, Theo Walcott og Serge Gnabry (báðir knæið) sita báðir uttan fyri til altjóða dystirnir hava verið fyrst í oktober, og tá verður roknað við, at verjuleikararnir, Nacho Monreal (ryggurin) og Yaya Sanogo (fipur) eisini verða klárir aftur.
Høgri bakkur, Mathieu Debuchy (økulin) og franski áleyparin, Olivier Giroud (brákaður fótur) eru eisini úti við langtíðarskaðum, men Arsene Wenger vónar, at Arsenal klárar seg uttan teir.
- Vit hava fleiri møguleikar. Eg trúgvi, at vit hava ein sterkan hóp, og tað ætla vit at brúka gjøgnum kappingarárið, sigur Arsene Wenger.
Venjarin viðgongur tó, at Arsenal er undir trýsti at vinna á Galatasaray, eftir at hava tapt móti Borussia Dortmund í fyrsta dystinum.