Winnie Cooper er vorðin vaksin

Danica McKellar vann dreingjahjørtu um allan heim í sjónvarpsrøðini Glaðu 60ini, har hon var fitta vinkonan hjá høvuðspersóninum Kevin Arnold, Winnie Cooper.

Nú eru hesir dreingir vorðnir menn, og sleppa nú at síggja eitt sindur meira av Danicu. Í nýggjastu útgávuni Stuff Magazine eru myndir av Danicu í næstan ongum klæðum. Hesar myndir vera somuleiðis at síggja í mannfólkablaðnum M!, ið kemur út hósdagin, og millum annað eisini hevur eitt ummæli av Gestir fløguni.
Vakra unga kvinnan er nú vorðin 31 ár..Hon hevur lisið støddfrøði á universtetinum, og sigst at vera sera gløgg. Eisini hevur hon fingist eitt sindur við sjónleikaryrkið og hevur m.a. havt leiklutir í West Wing og í NYPD Blue. Í seinastuni er hon eisini farin undir at leikstjórna.