Aftur í dag fekk verjuskansin, Andrias Edmundsson fulla spælitíð, tá hann og liðfelagarnir í Wisla Plock tóku móti Wisla Krakow í næstbestu pólsku fótbóltsdeildini.
Wisla Plock sum vóru ósigraðir tríggjar dystir á rað undan dagsins dysti mátti í dag lúta. Wisla Krakow vann dystin 3-1. Tað var ikki fyrrenn langt inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat, at tað eydnaðist Piotr Krawczyk at minka um munin fyri Wisla Plock til 1-3.
Wisla Plock er nú triðfremst í deildini við 28 stigum. Teir eru bert eitt stig aftanfyri Legnica á øðrum plássinum. Fremst er Termalica við 32 stigum. Liðini sum enda fremst og næstfremst flyta beinleiðis upp í bestu deildina, meðan liðini við endastøðunum millum nummar trý og seks spæla Play Off dystir um uppflyting.
Komandi leygarkvøld spælir Wisla Plock dyst á útivølli móti Arka Gdynia.