Women Up North- Konsert í Reinsarínum hóskvøldið 30. oktober Lena Anderssen, Guðrið Hansdóttir og Annika Aakjær og Strawberry Blonde úr Danmark eru í løtuni á tónleikaferðini ?Women Up North? í Føroyum.
Women Up North er eitt samstarv millum norðurlenskar kvinnuligar artistar, og er endamálið at styrkja sambandið teirra millum og at skipa fyri fleiri tónleikaferðum saman í norðurlondum.
Hóskvøldið 30.oktober kl 20 fara tær at hava konsert í Reinsarínum í Tórsgøtu. Atgongumerki á 100 kr fáast í kunningarstovuni og við dyrnar.
Lesið meira um Women Up North á www.myspace.com/womenupnorth