Wozniacki reyk út

Caroline Wozniacki hevði ongan møguleika, tá hon seinnapartin møtti russisku Maria Sharapova í semifinaluni í WTA-kappingini í Rom. Úrslitið gjørdist 7-5 , 6-3 til Sharapova.

 

Donsku fjølmiðlarnir siga, at Caroline Wozniacki stríddist væl, men at tað var ikki nóg mikið ímóti Sharapova, sum tykist vera komin fyri seg av álvara. Fleiri halda, at hon hevur bestu møguleikarnar at vinna ta næstu stóru kappingina, sum er French Open.

 

Í WTA-finaluni í Rom, sum verður í morgin, skal Maria Sharapova spæla ímóti avstralsku Samantha Stosur.