Wozniacki tapti í Istanbul

Caroline Wozniacki tapti í gjárkvøldið ímóti russisku Vera Zvonareva, sum vann 6-2, 4-6, 6-3 í WTA-kappingini í Istanbul.

 

Wozniacki kann hóast tapið ugga seg við, at hon verður sitandi á ovasta plássi á heimslistanum, tí russiska Maria Sharapova, ið var tann einasta, sum kundi taka heitið frá henni, hevur tikið seg burtur úr kappingini í Istanbul.

 

Í einum øðrum dysti í kvøld vann Victoria Azarenka úr Hvítarusslandi 6-2, 6-2 á avstralsku Samantha Stosur, sum fyri stuttum vann US Open.