Wozniacki víðari í Miami

Tað líktist einum løttum sigri í fyrsta setti, sum Caroline Wozniacki vann 6-1, men í øðrum setti kom rættiligur spenningur í. Heims eittarin í kvinnutennis, Caroline Wozniacki, hevur spælt seg í fjórðingsfinaluna í WTA kappingini í Miami.

 

Í triðja umfari møtti hon fyrrverandi doublepartnara sínum, Daniela Hantuchova, og tað sá gott út í fyrsta setti, sum Wozniacki vann 6-1.

 

Í øðrum setti spældi Hantuchova seg upp av álvara, og spælararnir fylgdust upp til 6-6, so neyðugt var tið einum tie-break.

 

Har kom Wozniacki fram um 3-0, men Hantuchova kom aftur og kundi vunnið settið við 6-5, men nervøsiteturin gjørdi um seg, og so kundi Wozniacki fara avstað viið settinum 9-7.

 

Í fjórðingsfinaluni møtir danin týsku Andrea Petkovic, sum hon ongantíð hevur møtt áður.