WP-fólk savnast

Tann 25. september 2010 savnast fyrrverandi starvsfólk hjá Wenzel Petersen.

Eitt ótal av fólki hevur gjøgnum árini arbeitt hjá Wenzel og stórt tal av fólki hava eisini fingið sína útbúgving her, bilmekanikarar hjá Ford, maskinmenn hjá Alfa-Diesel, rørsmiðir, jarnsmiðir, blikksmiðir, skrivstovufólk o.s.fr.


Nøkur av hesum starvsfólkum hava nú tikið seg saman um at royna at savna so mong sum gjørligt av fyrrverandi starvsfólkunum til eina hugnaløtu, at minnast gamlar dagar.


Til veitsluna er ætlanin at skipa fyri onkrum forvitnisligum, ið vekir gomul minni úti á Bakka og uppi við Oyggjarvegin. Til at finna fólk og til at savna gamlar myndir hevur bólkurin stovnað eina Facebook-síðu, ið kallast ”Wenzel Petersen P/F”, har longu nógvar myndir og søgur eru komnar inn.


Í fyrireikingarbólkinum eru: Steinfinnur Mittelstein, Hannis Joensen, Heðin Mortensen, Kristina Højgaard og Sólborg Anthoniussen.


Tilmelding fer fram við at gjalda kr. 350,00 á konto í Eik 9181 984.664.8. Seinasta freist at tekna seg til veitsluna er 17. sept. 2010. Hugaligt hevði verið, um so mong sum møguligt kundu komið við.