X-Factor: Fáa ikki hjálp aftaná kappingina

Tá ið finalan er av, fáa luttakararnir ikki longur hjálp frá dómarunum. Hvørki Pernille, Cutfather ella Blachman hava áhuga í at arbeiða við X-Factor luttakarunum, tá ið kappingin er av.

 

Hóast tey hava nógvar meiningar um luttakararnar, og hvørja viku siga sína erligu hugsan, so hava dómararnir ikki ábyrgdina av at hjálpa luttakarunum víðari frá kappingini.

 

Cutfather sigur við BT, at hann ikki hevur áhuga í at hjálpa sínum luttakarum víðari. Sostatt kann Sveinur Gaard Olsen ikki vænta sær stórvegis hjálp frá Cutfather, tá ið sendingin er av.

 

Thomas Blachman sigur, at eisini hann ætlar at sita á síðulinjuni, tá ið kappingin er av.

 

Pernille Rosendal sigur, at hon vil hjálpa sínum luttakarum við at koma so langt sum gjørligt, og at brynja tey til veruleikan aftaná.