X-Factor fyri seinastu ferð

Danmarks Radio fer møguliga ikki at gera enn eitt umfar av X-Factor

Føroyska Jasmin er kanska tann seinasti vinnarin av donsku X-Factor kappingini.

Nú Danmarks Radio er liðugt at senda X-Factor sjeynda árið á rað, umhugsar leiðslan hvørt tey skulu halda fram við enn einum umfari, sum skal sendast fyrst í næsta ári, ella um punktum skal setast fyri kappingina.

X-Factor hevur øll árini havt nógvar hyggjarar, og næstseinasta fríggjakvøld, tá finalan var, hugdu eitt skifti tvær milliónir fólk.

- Nú eftirmeta vit kappingina, og vit hava ikki tikið nakra endaliga avgerð um framtíðina hjá X-Factor, sigur Rasmus Ladefoged, sum er undirhaldsleiðari í DR, við Politiken.

Atfinningar hava støðugt verið ímóti X-Factor kappingini, sum ikki verður hildin at hava nóg høgt støði, men spurningurin er, um DR torir at sløkkja fyri eini av mest sæddu sjónvarpssendingini í Danmark nakrantíð.