Nú er greitt hvørji løg teir níggju finalistarnir í X-Factor fara at framføra, tá ið tey fyri fyrstu ferð skulu framføra á X-Factor pallinum í DR býnum.
Tað eru nøkur heldur serstøk løg, sum hyggjarar hjá DR fara at hoyra fríggjakvøldið, tá ið X-Factor aftur er á skránni.
Finalistarnir hjá Idu Corr skulu eitt nú framføra eitt mash-up lag av Seasick Stevens "Last Po Man", og "No Diggity" hjá "Blackstreet", og verður tað Chresten, sum leggur út við tí lagnum.
Hinir báðir finalistarnir hjá Idu, Jonas og Stephanie, hava eisini valt heldur serstøk løg. Jonas fer at syngja "With Every Heartbeat" hjá Robyn, og Stephanie hevur valt "Jóga" hjá Björk.
Bólkarnir hjá Annu Linnet hava hvør í sínum lagi valt løg, sum gevur teimum eina spennandi avbjóðing.
Anna og Lusanda fara at syngja "My Kind of Love" hjá Emelie Sandés, og Lotus hava valt lagið "Tror på dig" hjá Lisa Nilsson. Wasteland fara at framføra lagið hjá Alex Clares "Too Close".
Ungu solistarnir hjá Blachman hava eisini valt sær løg, og Amanda fer at syngja "Oh Love" hjá norsku Ane Brun, meðan Zaina framførir lagið "Breezeblocks" hjá bólkinum Alt-J.
Hesir finalistarnir hava havt góða stundir at venja hesi løg, tí tey eru vald fyri fleiri vikum síðani. Men seinasti solisturin hjá Blachman, Karoline, hevur í vikuni valt eitt nýtt lag, tí upprunaliga valið "Valby Bakke" hjá Peter Sommers kortini ikki riggaði sum ætlað. Ístaðin hevur hon nú valt "Dj Blues" hjá Panamah.
Tað er fríggjakvøldið klokkan 19.00, at DR sendir fyrsta liveshowið í X-Factor í ár.