X-factor í SMS í morgin

Mikudagin 13. apríl kl. 15 framførir Tina frá X-factor í SMS.

Tina kom í finaluna í X-factor saman við Mads og Kára, men bleiv akkurát ov stutt og endaði á triðja plássi – tó hevur hon vunnið fyrsta plássið í hjørtunum hjá flestu føroyingunum, og nú fáa føroyingar høvi at hoyra hana framføra live á Torginum í SMS. 

 

Meiningin var, at vinnarin av X-factor eisini skuldi framføra í SMS, men orsaka av persónligum ávum fær Mads ikki komi til Føroyar á hesum sinni.  

 

Tina kemur at framføra bæði egin og cover løg, sum vit kenna tey frá X-factor umførunum. Eftir framførsluna verður Tina til reiðar at skriva autografar og taka myndir saman við fjepparunum.