- Det var så fedt, segði ein glað og vælnøgd Line.
- Hatta er júst aldursbólkurin, sum eg fangi mest, og fólk vóru so glað og við upp á tað.
Hóast kend frá danska X-Factor so er hetta faktiskt fyrsti festivalur, sum Line hevur upptraðkað á.
Altíð viljað komið til Føroya
Hetta er fyrstu ferð, Line er í Føroyum.
- Men vónandi er hetta ikki síðstu ferð. Eg havi altíð ynskt at komið higar, so tá fyrireikararnir av Barnafestivalinum settu seg í samband við meg fyri tveimum mánaðum síðan, ivaðist eg ikki eitt sekund, sigur Line við sínum eyðkenda smíli.
- Eg kenni eisini fleiri føroyingar í Danmark, so tað hevur eisini virkað til mín áhuga at koma higar.
Line kom til Føroya fríggjakvøld og fór avstað aftur sunnudag. So talan var ikki um nakran langan túr.
- Næstu ferð eg komi til Føroya, skal tað vera í fleiri dagar og gjarna sum feria, so eg fái upplivað hetta fantastiska vakra landið, sigur Line avgjørd. Hon hevur longu lagt fleiri myndir av Føroyum út á sína fjepparasíðu á Facebook.
- Eg havi ikki havt tíð til at sæð nógv enn. Men biltúrurin frá flogvøllinum til Tórshavn var heilt fantastiskur. Seyðurin gongur bara fríur í nátturuni, og alt er so natúrligt her.
Tíðin í X-Factor
Frá nýggjárinum av og til hálvan apríl kundu danskarar og føroyingar fylgja Line og hinum X-Factor stjørnunum hvørt fríggjakvøld í sjónvarpinum.
- Tað var ordiliga kul. Eg fann útav, hvør kunstnari eg skuldi vera. Áðrenn eg fór til audition, hevði eg eina ímynd av, hvussu eg skuldi útviklast, men endaði við at fara ein heilt annan veg, sigur Line.
- Eg upplivdi eina rúgvu í samband við X-Factor. Eitt nú flutti eg heimanífrá, sum eg altíð havi droymt um, sigur Line, sum annars er uppvaksin í Skagen og nú aftur býr har.
Tónleikaliga flutti Line seg nógv teir mánaðirnar, sum hon var í X-Factor.
- Eg var umringað av sera dugnaligum sangvenjarum og tónleikarum. Teir lærdu meg ótrúliga nógvar sangteknikkir, sigur Line.
Men sambært Line var tað tó ein persónur, sum hevði størri týdning enn nakar annar.
- Pernille! Hon var heilt fantastisk. Hon leggur so nógvar kenslir í tónleikin og framførsluna, og hon er bara eitt so gott og heitt menniskja.
- Eg vil gjarna enda sum hon, sigur Line avgjørd.
- Helt eg var dumpað
Tann, sum kanska síðst av øllum, hevði væntað, at Line fór at koma so langt sum til eitt annaðpláss, er Line sjálv.
- Eg havi altíð vitað, at eg dugi at syngja. Tað er tað einasta, sum eg dugi ordiliga væl. Men tá eg var til audition, hevði eg tó aldri droymt um, at eg fór at koma so langt, sum eg gjørdi, sigur Line smílandi.
Áðrenn Line kom so langt sum at syngja framman fyri dómarunum, skuldi hon til eina pre-audition.
- Aftaná pre-audition helt eg, at tað hevði gingið væl, so eg væntaði at koma víðari. Men dagarnir gingu, og eg hoyrdi einki aftur frá teimum. Tað var eitt stórt vónbrot. Eg helt, at eg var dumpað, og tað var heilt ræðuligt, tí um eg ikki dugdi at syngja, hvat dugdi eg so, sigur Line.
- So ein dag eg kom heim, sigur mamma við meg, at hon hevði eini tíðindi. Tað var, at ein teldupostur var komin frá DR, sum segði, at eg skuldi møta framman fyri dómarunum um tríggjar dagar. Tá fall eg saman og græt av gleði, sigur Line við einum smíli.
Restin er søga.
Fjepparar alt at siga
Sambært Line er tað ein heilt serlig orsøk, at hon tímir at syngja og framføra.
- Fjeppararnir hava alt at siga fyri meg. Tað fyllir meg við slíkari gleði at kunna gera tey glað. Um eg skrivi teimum ein autograf, so er teirra dagur ella vika bjargað, tað haldi eg er kul.
- Eg fái fleiri fanmails, har tey siga, at eg havi bjargað teirra lívi. Slíkt ger, at man tímir at halda á, sigur Line avgjørd.
Ein serlig hending, sum stendur Line sólarklárt í minni, er, tá hon sang fyri kreftraktum børnum.
- At syngja fyri deyðasjúkum børnum, sum kanska høvdu fáar vikur eftir at liva í og síggja teirra gleði av mínum sangi, var ótrúliga rørandi og gevandi, sigur Line.
Kemur aftur
Framtíðin hjá Line verður fyrst og fremst á einum tónleikaeftirskúla á Fyn.
- Mín dreymur er at liva av tónleikinum. Aftaná eftirskúlan ætli eg mær at flyta til Keypmannahavnar at liva av tónleikinum.
- Og eitt aftrat, eg ætli mær at koma aftur til Føroya, hetta fantastiska vakra landið, sigur Line smílandi at enda.