X Factor sangkappingin í Danmark byrjaði aftur í kvøld.
Nógvir føroyskir sangarar hava gjøgnum árini verið við og staðið seg væl. Størsta avrikið hevði Linda Andrews, sum vann X Factor í 2009, men fleiri onnur hava gjørt vart við seg, og í fjør vóru tveir av trimum finaluluttakarum føroyingar – Tina Mellemgaard og Kári Fossdalsá.
Í kvøld sendi TV2 fyrsta part frá ársins upptøkuroyndum, har hundraðtals ókendir sangarar bjóða seg fram.
Ein av teimum, sum var á skíggjanum, var Olvheðin Jacobsen úr Hvannasundi. Hann hevur verið virkin sangari í nógv ár. Eitt skifti gekk hann á listaskúla í Íslandi, har hann eisini framførdi til ymiskar konsertir. Í Føroyum hevur hann eitt nú verið við á jólakonsert við Løkin.
##med2##
Olvheðin spældi gittar og sang, og hann stóð seg væl. Dómararnir hildu, at tað hoyrdist, at hann hevði vant nógv og dugdi sera væl at syngja. Tey ivaðust ikki í at senda hann víðari.
Tónleikarin og sjónleikarin Simon Kvamm er nýggjur X Factor dómari í ár, og hann nýtti høvið at greiða frá, at hann hevur familju í Føroyum, og at eftirnavn hansara kemur úr Gøtu.
Thomas Blachmann hevur verið ein av dómarunum øll árini, og hann er eisini við í ár. Kwamie Liv, sum var dómari fyri fyrstu ferð í fjør, er eisini við.
Danska X Factor kappingin heldur fram næstu fríggjakvøldini.
Olvheðin Jacobsen syngur á konsertini “Jól við Løkin”: