X Factor: Sveinur er til reiðar

- Vónandi verða dómararnir positivt ovfarnir, og kanska Pernille fer at smílast.

 

Tað sigur Sveinur Gaard Olsen, sum verður við í donsku tónleikasendingini X Factor fríggjakvøldið.

 

Danmarks Radio, sum skipar fyri kappingini, hevði viðtalu við hann undan fyrstu upptøkuroyndini, sum sæst HER.

 

Hann greiðir millum annað frá, at tað var unnusta hansara, sum meldaði hann til kappingina.

 

Sveinur Gaard Olsen fer at syngja sangin 'High and Dry' hjá Radiohead fyri dómarunum.

 

Fyrsta sendingin var sunnukvøldið, og tá sang Kristel Lisberg seg víðari í kappingini. Tá hugdu heili 1,4 milliónir fólk at sendingini.