Í dag hava forsetarnir í USA og Kina, Joe Biden og Xi Jinping, tosað saman í telefon, vita útlendskar tíðindastovur at siga. Myndin er helst tikin, tá teir hittust í USA í fjør heyst.

Jinping hótti Biden í telefonsamrøðu

- USA fer framhaldandi at taka neyðug stig, sum kunnu byrgja upp fyri, at amerikansk tøkni verður brúkt til at undirgrava landsins trygd, sigur Joe Biden.

 

Í dag hava forsetarnir í USA og Kina, Joe Biden og Xi Jinping, tosað saman í telefon, vita útlendskar tíðindastovur at siga. Myndin er helst tikin, tá teir hittust í USA í fjør heyst.

Í dag hava forsetarnir í USA og Kina, Joe Biden og Xi Jinping, tosað saman í telefon. Hetta var fyrstu ferð, at ríkisleiðararnir hava snakkað saman beinleiðis, síðan teir hittust í USA í november í fjør.

 

Í samrøðuni heitti kinesiski forsetin á amerikanska forsetan um at lætta um strongu avmarkingarnar hjá USA við útflutningi av dátutøkni til Kina, men sambært AFP-tíðindastovuni vildi Joe Biden ikki ganga Xi Jinping á møti við hesum.

 

- USA fer framhaldandi at taka neyðug stig, sum kunnu byrgja upp fyri, at amerikansk tøkni verður brúkt til at undirgrava landsins trygd - uttan óneyðugt at avmarka handil og íløgur, segði Joe Biden sambært Reuters.

 

Statsrikna kinesiska tíðindastovan, Xinhua, veit at siga, at kinesiski forsetin umrøddi amerikanska útflutningseftirlitið til Kina sum tiltak fyri at undirgrava kinesiskan handil og tøkniliga menning.

 

Xi Jinping segði, at eitt veksandi tal av kinesiskum feløgum verða rakt av hesum avmarkingum.

 

- Hetta skapar ein vanda, segði kinesiski forsetin sambært Xinhua, sum Reuters endurgevur.

 

Kinesiski forsetin segði eisini, at viðurskiftini millum USA og Kina "byrja at stabilisera seg", men hann ávaraði um møguleikan fyri, at strongu handilsligu avmarkingarnar kunnu enda við stríði millum londini.

 

Forsetarnir umrøddu eisini spentu støðuna í Taiwansundinum. Kina sigur seg eiga rættin til Taiwan, sum hevur egna fólkavalda stjórn, men landið hevur tó ongantíð formelt lýst seg sum óheft av Kina.

 

Sambært tíðindaskrivi úr Hvitu Húsunum legði Joe Biden stóran dent á týdningin av at varðveita frið og stabilitet tvørtur um Taiwansundið.

 

 

 

Í dag hava forsetarnir í USA og Kina, Joe Biden og Xi Jinping, tosað saman í telefon, vita útlendskar tíðindastovur at siga. Myndin er helst tikin, tá teir hittust í USA í fjør heyst.