Tað er ikki bara í Føroyum, at vit hava tikið væl ímóti løgunum hjá kórinum Xperiment, sum eitt nú hevur gjørt eina nýggja útgávu av sangunum Lívsmynd hjá Frændum og Maria, sum Kim Hansen syngur.
Sigrid Sivertsen er kórleiðari hjá Xperiment, og varð kórið sett á stovn í samband við hennara útbúgving á tónleika skúlanum í Arhus.
Hon hevur latið poppløg sum Lívsmynd og Maria í nýggjan ham, og hava hesi løg vakt stóran ans á netinum.
Á YouTube hava millum 21.000 og 22.000 fólk hugt eftir lagnum Lívsmynd. Stóri áhugin hevur eitt nú ført við sær, at Sigrid Sivertsen hevur fingið fyrispurningar frá Spania, Italia og Kanada um at framføra.
Tó er ivasamt um kórið ætlar sær av landinum, tí tað er sera kostnaðarmikið at senda so nógv fólk avstað.
Sigrid Sivertsen staðfestir tó, at kórið heilt vist fer at halda fram eftir summar, og at hon arbeiðir við at gera nýggjar kórsatsir úr føroyskum poppløgum.