Yastrid var fødd í 1941 og vaks upp á Viðareiði til hon var 12 ára gomul, tá hon flutti til Klaksvíkar. Hon hevur búð í USA síðan 1965 sum 24 ára gomul, har hon er búðsitandi enn.
Yastrid fæst nógv við at mála, serliga tey seinastu árini hevur hon lagt nógva tíð í málningarnar. Hon hevur haft eitt minni egi virkið í USA í mong ár, har hon og aðrar kvinnur fáast við at gera puppets, hetta er bamsir, dukkir og ymiskt annað ið tey seyma, Yastrid er pensionerað nú, men hevur tó úr at gera til dagliga.
Hon málar akvarell ella vatnlitismyndir sum tað kallast. Í málningum sínum leggur hon serliga dent á tað dagliga og dagligdagin, sum hon minnist hann, tá hon var ung í Føroyum, hetta evni verður ikki so ofta væl lýst í listini. Yastrid hevur tveir synir og trý ommubørn, ið búgva í USA.
Upplatingartíðirnar hjá Leikalund eru hesar: Mán.- Leyg. 10.00 - 23.00
Sun. 16.00 - 23.00