Sjómannadagur
Súsanna og Atli Danielsen:
- Vit komu oman her í morgun til tað stóra morgunmatarborðið. Har var stak hugnaligt við góðum mati og møguleika at hitta nógv fólk. Tað stuttligasta við degnum er nokk at síggja allar hesar øðrvísi og stuttligu kappingarnar. Nú vit búgva í Danmark til dagligt, so er tað sjálvsagt eisini stuttligt at møta vinum og kenningum, siga Súsanna og Atli Danielsen.
Hans Pauli Hentze, sjómaður:
- Eg havi gingið aftur og fram her á kaiøkinum so at siga allan dag. Veðrið hevur verið sera gott, og eg havi veruliga hugnað mær. Ein fær lættliga tíðina at ganga við at vitja øll tey mongu og fjølbroyttu tiltøkini á sjómannadegnum. Hetta er aðru ferð, at eg eri til sjómannadag, og eg má siga sum er, at hetta er eitt sera gott og neyðugt tiltak fyri sjómenn. Bæði fyri at kunna møtast og fylkjast um sama áhugamál, men eisini fyri at kunna vanliga borgaran, so meira forstáilsi kann skapast fyri sjóvinnuni, sigur Hans Pauli Hentze.
Kristina Johannessen og Sára Olsen:
Systkinabørnini Sára og Kristina vóru eisini farin á sjómannadag.
- Dagurin hevur verið ordiliga góður og stuttligur. Sára hevur verið burtur so at siga alla summarferiuna, so hesin dagurin hevur fyrst og fremst verið ein góður møguleiki hjá okkum at brúka tíð saman aftur, sigur Kristina.
- Ja, og tað hevur eisini verið stuttligt at gingið runt og heilsað uppá fólk. Sjálvsagt hava vit eisini vitjað tiltøkini, ið eru, har vit eitt nú hava verið til listaframsýningina umborð á Ågot. So fingu vit okkum eisini hvør sín ókeypis soft-ice, sigur Sára Olsen skemtandi.