Ymisk fiskasløg á søluni

Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaði Føroya í gjár var 16,16 krónur fyri kilo.

Í gjár seldi Fiskamarknaður Føroya stívliga 21 tons av fiski á uppboðssølu. Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var 16,16 krónur fyri kilo.

 

Á marknaðinum í gjár var serliga hýsa, toskur, longa og brosma. Stívliga 3,2 tons var av hýsu 3 og 2,6 tons av hýsu 2. Hýsa 2 fekk miðalprísin 20,35, og hýsa 3 fekk miðalprísin 14,60 krónur fyri kilo.

 

Prísurin fyri tosk 3 var 20,47, og fyri tosk 4 var hann 20,30 krónur fyri kilo. Umleið 4 tons var av brosmu, og her lá prísurin úr 8,30 upp í 8,80 krónur fyri kilo. Stívliga 5,5 tons var av longu, sum fór fyri 15,12 upp í 18,20 krónur fyri kilo.

 

Samanlagt seldi Fiskamarknaður Føroya í gjár fyri 340.464,60 krónur.