Í dag frá klokkan 17 til 20 hava Gamli Handil og smátturnar, sum eru í jólaumhvørvinum í Runavík, opið, og á Neystaloftinum er eisini kaffisøla.
Søla av jólatrøum verður í tímunum frá klokkan 17 til 20. Tað eru KFUM-skótarnir, sum fara at selja jólatrø í Neystinum fyri Kiwanis.
Í dag fer eisini Nes sóknar Musikkfelag at spæla í jólaumhvørvinum umleið klokkan 17, tá brandbilurin kemur á vitjan við jólamonnum.
Barnakórið í Nebo fer eisini at syngja, og vinnararnir av jólateknikappingini verða avdúkaðir.
Aftur í morgin - sunnudagin hin 22. desember frá klokkan 17 til 20 - fara Gamli Handil og Neystaloftið at hava opið.