Í samband við bústevnuna, Hús & Innbúgv, verða ymisk tiltøk í Runavíkar kommunu komandi vikuskiftið.
Handlarnir, sum eru við í handilsmiðdeplinum, fara at hava langan leygardag. Allir lata ikki upp samstundis, men opið verður leygardagin til kl. 17.
Bygdasavnið
Í Bygdasavninum, Forna á Glyvrum, er ein serlig framsýning sett upp, sum lýsir fiskaarbeiði, bæði á sjógvi og landi.
Í Forna eru eisini ymiskir fornlutir at síggja, eitt nú innbúgv, brúkslutir, amboð og mangt annað, sum hoyrir gomlu tíðini til.
Bygdasavnið verður opið leygardagin og sunnudagin frá kl. 16.00-20.00.
Listaframsýning
Ein áhugaverd listaframsýning verður eisini í Runavíkar kommunu, meðan bústevnan er.
Karmur um hesa framsýning verður Gamli Handilin hjá Pidda, sum liggur niðri á havnalagnum, har sluppin, Høganes, eisini liggur.
Tað verða tvær kvinnur, sum fara at sýna fram málningar. Ketty á Fríðriksmørk, sum júst hevur havt listaframsýning í Føroya Banka á Strondum, er onnur. Hin er Dagmar Beder, sum býr á Kambsdali.
Framsýningin í handlinum hjá Pidda verður opin fríggjadagin, klokkan 18.00-20.00 og leygardagin og sunnudagin, klokkan 16.00-20.00.