Ymiskar meiningar um “fólksins ogn”

Í Føroyum hevur afturvendandi kjak verið um, hvør eigur – ella skal eiga - rættin yvir fiskiríkidøminum í havinum. Flestu munnu hella tann vegin, at fiskurin í havinum er “ogn Føroya fólks” og soleiðis onkusvegna eigur at koma okkum øllum til góðar.
Svenski ES-parlamentarikarin, Christoffer Fjellner, heldur hinvegin, at kvotur til allar fiskimenn er einasta gongda leiðin, um vit skulu varðveita fiskastovnarnar í hampiligum standi.
- Eiga fiskimenn fiskin sjálvir, hevði áhugin hjá teimum at varðveita fiskastovnarnar eisini verið størri, heldur Christoffer Fjellner.