Ymiskar meiningar um prísútlit á laksi

- Vit bíða eitt sindur, tí vit vænta, at prísirnir verða betur í aðru viku, sigur alari. Ymiskar meiningar eru um, hvør gongdin í laksaprísinum verður teir næstu dagarnar.

iLaks hevur aftur í dag gjørt sínar metingar um spottprísirnar á laksi fyri næstu viku. Heimasíðan byggir sínar metingar á útsagnir hjá ymiskum pørtum í laksavinnuni, og tað eru prísirnir í vikuni, ið stundar til, sum mett verður um.

 

Síðsta fríggjadag skrivaði iLaks, at laksaprísirnir fella altíð, tá juli mánaði fer at halla, og soleiðis er árið í ár einki undantak. Í dag er niðurstøðan, at prísfallið, sum verið hevur, helst fer at halda fram í vikuni sum kemur.

 

- Prísfallið heldur fram. Tað er stór tøka av laksi og fáir keyparar. Tað er summarkvirt, sum heimasíðan tekur til og endurgevur ein útflytara fyri at siga, at tað er trupult í løtuni at finna keyparar.

 

- Prísirnir kunnu gerast lágir leingi. Tað er nógvur fiskur í sjónum, og nógvur fiskur verður tikin - eisini nógvur ILA-fiskur, veit heimasíðan at siga.

 

Víst verður á, at tað er nógvur smáur fiskur á marknaðinum, og hetta er ikki minst ILA-fiskur úr Norðurnoregi, har sjúka ger um seg. Hetta koyrir miðalprísin niður móti 37 krónum fyri kilo, sum er umleið 50 norskar krónur.

 

- Hetta er fyrstu ferð í ár, at prísurin er so lágur, skrivar heimasíðan.

 

iLaks vísir á, at tað eru fleiri útflytarar, sum hava selt smáan fisk - fisk, sum vigar minni enn fýra kilo - fyri minni enn 37 krónum í okkara peningi fyri kilo. Hetta er eitt prísfall á umleið 5-6 norskar krónur í mun til prísirnar í hesi vikuni.

 

Og 5-6 norskar krónur svara til góðar fýra krónur í okkara peningi.

 

Ein alari vísir tó á, at prísirnir, sum felagið fær, ikki eru so lágir, sum útflytarin vil vera við. 

 

- Vit hava selt laks á 3-4 kilo fyri 52-53 norskar krónur fyri kilo og laks á 4-5 kilo fyri 58 krónur. Haraftrat er laksur, sum er 6 kilo og størri, farin fyri 73 norskar krónur, sigur alarin við iLaks.

 

In.fo kann leggja aftrat, at 52-53 norskar krónur eru umleið 38 krónur í okkara peningi, og 73 norskar krónur svara til góðar 54 krónur í okkara peningi.

 

- Vit bíða eitt sindur, tí vit vænta, at prísirnir fara at hækka. Vit selja mánadagin og nakað týsdagin. Restina taka vit í aðru viku, sigur alarin við iLaks.